Útgjald
Útgjald av eftirlønini er sambært reglugerðini, og er útgjaldið ymiskt alt eftir, um talan er um eftirløn sum er inngoldin sum óskattað ella skattað.
Eftirlønarútgjaldið verður at rokna sum inntøka, eins og lønarinntøka.
Tú kanst lesa meira niðanfyri
Føroya Arbeiðarafelag
Eftirløn sum er inngoldin áðrenn 2012 og skal skattast við útgjaldi:
- Øll uppsparing upp til kr. 50.000,00 verður útgoldið í einum
- Uppsparing yvir kr. 50.000,00 verður øll útgoldin sum ein lívstreytað veiting. Um veitingin er í mesta lagi kr. 4.000,00 um mánaðin, verður roknað út eitt útgjaldstíðarskeið, sum svarar til kr. 4.000,00 um mánaðin. Um limurin doyr innan fyri tey fyrstu 10 árini, verður restupphæddin inntil 10 ára tíðarskeiðið er runnið, útgoldin hjúnafelaga/sambúgva - ella, í fall eingin hjúnafelagi/sambúgvi er, so børn. Í tann mun lóggávan loyvir hesum, verður upphæddin umroknað til eingangsgjald, sum verður útgoldið í einum.
- Um limurin doyr áðrenn eftirlønaraldur, verður eftirlønin útgoldin hjúnafelaga/sambúgva, ella, um eingin hjúnafelagi ella sambúgvi er, so børn.
Eftirløn sum er inngoldin aftaná 2012 og er skattað við inngjald:
- Uppsparing, upp til kr. 60.000,00, verður útgoldin í einum.
- Uppsparing, størri enn kr. 60.000,00 og undir kr. 400.000,00, verður útgoldin við kr. 60.000,00 sum eingangsgjald, og restin verður goldið við kr. 2.500,00 um mánaðin.
- Uppsparing, kr. 400.000,00 og meira, verður útgoldið sambært eftirlønarlógini. Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum eingangsgjald, í mesta lagi 55 % kann verða útgoldið sum lutaeftirløn í 10 ár og í minsta lagi 45 % skal verða útgoldið sum lívrenta.
- Um limurin doyr innan fyri tey fyrstu 10 árini, verður restupphæddin inntil 10 ára tíðarskeiðið er runnið, útgoldin hjúnafelaga/sambúgva - ella í fall eingin hjúnafelagi/sambúgvi er, so børn. Í tann mun lóggávan loyvir hesum, verður upphæddin umroknað til eingangsgjald, sum verður útgoldið í einum.
- Um limurin doyr áðrenn eftirlønaraldur, verður eftirlønin útgoldin hjúnafelaga/sambúgva - ella í fall eingin hjúnafelagi ella sambúgvi er, so børn.
Upphæddirnar omanfyri verða javnaðar sambært teimum javningum, sum framdar verða eftir grein 15 í eftirlønarlógini.
Landsfelag Handverkanna
Eftirløn inngoldin áðrenn 2012 og skal skattast við útgjaldi:
- Persónlig konto (kapital): Útgjald í einum, 35% í avgjaldið.
- Solidarisk skipan: Minni enn 50.000 kr., útgjald í einum, 35% í avgjaldi. Størri enn 50.000 kr., 4.000 kr. um mánaðin til konto er tóm. Skattað sum a-inntøka.
- Lutaeftirløn: Minni enn 50.000 kr.: útgjald í einum, 35% í avgjaldi. Størri enn 50.000 kr.: útgoldið yvir 10 ár við mánaðarligum gjaldi. Skattað sum a-inntøka.
Eftirløn sum er inngoldin aftaná 2012 og er skatta við inngjald:
- Uppsparing, upp til kr. 60.000,00, verður útgoldin í einum.
- Uppsparing, størri enn kr. 60.000,00 og undir kr. 400.000,00, verður útgoldin við kr. 60.000,00 sum eingangsgjald og restin verður goldið við kr. 2.500,00 um mánaðin.
- Uppsparing, kr. 400.000,00 og meira, verður útgoldið sambært eftirlønarlógini. Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum eingangsgjald, í mesta lagi 55 % kann verða útgoldið sum lutaeftirløn í 10 ár og í minsta lagi 45 % skal verða útgoldið sum lívrenta.
Føroya Fiskimananfelag
Limir í Fiskimannafelagnum hava havt møguleika at rinda í eftirlønargrunnin frá 1. januar 2014 og verður eftirlønin útgoldin eftir hesum treytum:
- Uppsparing, upp til kr. 60.000,00, verður útgoldin í einum.
- Uppsparing, størri enn kr. 60.000,00 og undir kr. 400.000,00, verður útgoldin við kr. 60.000,00 sum eingangsgjald og restin verður goldið við kr. 2.500,00 um mánaðin.
- Uppsparing, kr. 400.000,00 og meira, verður útgoldið sambært eftirlønarlógini. Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum eingangsgjald, í mesta lagi 55 % kann verða útgoldið sum lutaeftirløn í 10 ár og í minsta lagi 45 % skal verða útgoldið sum lívrenta.
- Um limurin doyr innan fyri tey fyrstu 10 árini, verður restupphæddin inntil 10 ára tíðarskeiðið er runnið, útgoldin hjúnafelaga/sambúgva - ella, um eingin hjúnafelagi/sambúgvi er, so børn. Í tann mun lóggávan loyvir hesum, verður upphæddin umroknað til eingangsgjald, sum verður útgoldið í einum.
- Um limurin doyr áðrenn eftirlønaraldur, verður eftirlønin útgoldin hjúnafelaga/sambúgva - ella, um eingin hjúnafelagi ella sambúgvi er, so børn.
Upphæddirnar omanfyri verða javnaðar sambært teimum javningum, sum framdar verða eftir grein 15 í eftirlønarlógini.