Viðtøkur

§ 1 - Navn og heimstaður

Navn grunsins er “Eftirlønargrunnur Løntakaranna”, hjánavn: Lívsverk
Heimstaður grunsins er Tórshavn.

§ 2 - Endamál

Stk. 1. Endamál grunsins er at reka eftirlønarvirksemi. Endamálið við hesum virksemi er at veita limunum best møguliga eftirløn við eftirlønaraldur sambært galdandi lóggávu.

Stk. 2. Rættindi og skyldur limanna eru ásett í eftirlønarreglugerðum, sum nevndin samtykkir.

§ 3 - Limir

Stk. 1. Limir í eftirlønargrunninum eru :
1. Lønmóttakarar, sum hava rætt og skyldu til limaskap sambært sáttmála millum ávikavist Føroya Arbeiðarafelag og Landsfelag Handverkaranna, og privatu ella almennu arbeiðsgevarasíðuna.
2. Aðrir lønmóttakarar, hvørs vegna eftirlønargjøld skulu gjaldast grunninum eftir ásetingum í sáttmálum ella avtalum, sum hava líknandi ásetingar sum frammanfyri nevndu sáttmálar. Upptøka av nýggjum limabólkum skal ikki umsitingarliga ella fíggjarliga tyngja upprunaliga limaskaran.

Stk. 2. Undantøk frá frammanfyri nevndu ásetingum kunnu gerast fyri ávísar bólkar eftir almennum treytum, sum ikki geva høvi til spekulatión móti eftirlønargrunninum. Slíkar treytir verða gjørdar av nevnd grunsins.

Stk. 3. Upptøkan av limum fer fram sambært ásetingunum í eftirlønarreglugerðunum.

Stk. 4. Limaskapurin verður varðveittur við eftirlønaraldur, við hvílandi limaskapi, og við gjalding fyri egna rokning.

Stk. 5. Limirnir í grunninum hefta ikki persónliga fyri skyldum grunsins.

§ 4 - Skattareglur

Stk. 1. Øll eftirlønargjøld v.m. og allar veitingar til limir grunsins eru fevndar av reglunum umeftirlønarskipanir sambært galdandi lóggávu.

§ 5 - Ársaðalfundur

Stk. 1. Rætt at møta á aðalfundi. Aðalfundur grunsins, sum myndaður verður av umboðum fyri limirnar, hevur hægsta vald í øllum viðurskiftum grunsins. Limir grunsins eru á aðalfundum umboðaðir av teimum persónum, sum limafeløgini í Føroya Arbeiðarafelag, og sum Havnar Handverkarafelag lata seg umboða av á aðalfundi, og møguligum øðrum fakfeløgum, hvørs limir eru við í grunninum, lata seg umboða av á aðalfundi grunsins.

Møguligir limir, sum ikki eru limir í einum av limafeløgunum hava rætt at møta á aðalfundinum.

Stk. 2. Atkvøðurættur. Hvørt limafelag/fakfelag hevur 1 atkvøðu fyri hvønn aktivan skrásettan lim í eftirlønargrunninum pr. 1. januar sama ár sum aðalfundurin verður hildin. Hvørt limafelag/fakfelag hevur tó í minsta lagi 1 atkvøðu.

Um umboðini fyri eitt limafelag eru ósamd um hvussu atkvøðast skal, so verða atkvøðurnar hjá felagnum býttar lutfalsliga millum tey umboð, sum er møtt felagsins vegna.

Stk. 3. Ársaðalfundurin verður hildin eina ferð um árið áðrenn 1. apríl. Aðalfundurin verður hildin á heimstaðnum hjá eftirlønargrunninum í Tórshavn, um ikki annað verður ásett av aðalfundinum eftir tilmæli frá nevndini.

Stk. 4. Nevndin kallar inn til aðalfundin í fyrsta lagi 4 vikur frammanundan og í minsta lagi við 14 daga freist við almennari lýsing og við uppslag á skrivstovu grunsins.

Stk. 5. Lýsingin skal hava upplýsingar um dagsskrá og nærri lýsing av teimum mest týðandi pørtum av møguligum uppskotum til viðtøkubroytingar.

Stk. 6. Á dagsskránni fyri ársaðalfundin skulu vera:

1)   val av fundarstjóra

2)   frágreiðing frá nevndini um farna ár

3)   framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar

4)   val av nevnd

5)   val av grannskoðara

6)   innkomin uppskot

7)   ymiskt

Stk. 7. Feløg, sum kunnu møta á aðalfundi, hava rætt at fáa uppskot viðgjørt á aðalfundi, um uppskotið skrivliga verður fráboðað nevndini í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin. Á ársaðalfundi grunsins skulu uppskot, sum eru nevndini í hendi áðrenn 1. februar sama ár, altíð takast við á dagskránna.

§ 6 - Eykaaðalfundur

Stk. 1. Eykaaðalfundur verður hildin um nevndin, Tryggingareftirlitið, grannskoðarin ella tryggingarfrøðingurin (aktuarurin) grunsins ynskja tað, umframt tá feløg umboðandi 20 % av limum grunsins seta fram áheitan um slíkan fund til viðgerðar av evni, sum samstundis verður fráboðað.

Stk. 2. Nevndin kallar inn til eykaaðalfund áðrenn 4 vikur aftan á, at áheitan um fundin er komin nevndini í hendi. Um limir grunsins seta fram áheitan um eykaaðalfund, so skal nevndin kalla inn til fundin áðrenn 14 dagar.

Stk. 3. Lýsingin skal hava upplýsingar um dagsskrá fyri eykaaðalfundin og nærri lýsing av teimum mest týðandi pørtum av møguligum uppskotum til viðtøkubroytingar og verður skrivliga send til tann ella tey, sum hava sett fram áheitan um eykaaðalfund. Reglurnar í § 5, stk. 3 eru eisini galdandi í sambandi við eykaaðalfund.

§ 7 - Fundarstjóri og gerðabók

Stk. 1. Aðalfundurin velur við vanligum meiriluta ein fundarstjóra.

Stk. 2. Tað sum viðgjørt verður á aðalfundi verður førd bók, sum verður undirskrivað av fundarstjóranum.

Stk. 3. Í seinasta lagi 14 dagar aftan á aðalfundin skal gerðabókin ella eitt váttað avrit av bókini liggja atkomuligt fyri limir grunsins á skrivstovuni og aftan á vanliga ársaðalfundin eisini ársroknskapur grunsins.

§ 8 - Atkvøðugreiðsla

Stk. 1. Bert umboðsfólkini nevnd í grein 5 hava atkvøðurætt á aðalfundinum.
Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta, við undantak av avgerðum um viðtøkubroytingar og avtøku av grunninum, smb. §§ 17 og 18.

§ 9 - Nevndin

Stk. 1. Í nevndini sita formaður og 6 aðrir nevndarlimir.

Formaðurin og hinir nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn. Nevndin í Føroya Arbeiðarafelag tilnevnir formannin og 3 aðrar nevndarlimir og aðalfundurin velur 3 limir av og ímillum limirnar í eftirlønargrunninum.
Nevndin velur skrivara.

Ólíka ár tilnevnir nevndin í Føroya Arbeiðarafelag formann og 2 nevndarlimir og aðalfundurin velur 1 nevndarlim, sum skal vera limur í Havnar Handverkarafelag. Nevndin í Havnar Handverkarafelag kann gera frávik í kravinum um limaskap í felag teirra.


Líka ár tilnevnir nevndin í Føroya Arbeiðarafelag 1 nevndarlim og aðalfundurin velur 2 limir, har 1 skal vera limur í Havnar Handverkarafelag. Hesin verður næstformaður í nevndini. Nevndin í Havnar Handverkarafelag kann gera frávik í kravinum um limaskap í felag teirra.

Afturval kann fara fram.

Hvørt ár tilnevnir nevndin í Føroya Arbeiðarafelag 1 tiltakslim og aðalfundurin ein tiltakslim, sum skal vera limur í Havnar Handverkarafelag at taka sæti, um limur tilnevndur av Føroya Arbeiðarafelag ella nevndarlimur, sum er limur í Havnar Handverkarafelag ikki kann møta. Nevndin í Havnar Handverkarafelag kann gera frávik í kravinum um limaskap í felag teirra.

Somuleiðis velur aðalfundurin á hvørjum ári ein tiltakslim at taka sæti, um 3. limurin valdur av aðalfundinum, ikki kann møta.

Á aðalfundi í 2021 til samanlegging av EFA og EHH verður øll nevndin vald av nýggjum.

Stk. 2. Nevndarlimir skulu vera myndugir, lúka lógarsett krøv (m.a. fit & proper) og ikki vera stjórar ella starvsettir hjá grunninum.

Stk. 3. Nevndin er viðtøkufør tá hon er innkallað á rættan hátt og tá minst 4 nevndarlimir eru møttir. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Um atkvøðurnar standa á jøvnum er formansins atkvøða avgerðandi.

§ 10 - Arbeiði nevndarinnar

Stk. 1. Nevndin hevur yvirskipaðu leiðslu grunsins um hendi samsvarandi hesum lógum, eftirlønarreglugerðunum og galdandi lóggávu. Nevndin tekur avgerð um hvussu umsiting grunsins skal skipast.

Stk. 2. Nevndin skal síggja til, at bókingar og ognarumsiting grunsins fara fram á tryggan hátt og at nøktandi eftirlit er við hesum virksemi.

Stk. 3. Nevndin ger í nevndarskipan nærri reglur um arbeiði nevndarinnar.

Stk. 4. Nevndin setir stjóra at hava dagligu leiðslu grunsins um hendi og stjórin skal saman við nevndini síggja til, at virksemi hjá eftirlønargrunninum er til mest møguligt gagn fyri limirnar. Nevndin setir harumframt ein aktuar, sum skal lúka galdandi lógarkrøv.

Stk. 5. Nevndarformaðurin skal síggja til, at nevndin hevur fund, tá hetta er neyðugt. Einhvør nevndarlimur, grannskoðarin, stjórin ella tryggingarfrøðingurin kann krevja, at nevndin verður innkallað til fundar. Stjórin, grannskoðarirnar og tryggingarfrøðingurin hava, sjálvt um teir ikki kunnu vera nevndarlimir, rætt at vera við og taka orðið á nevndarfundi, um ikki nevndin í serligum førum hevur tikið aðra avgerð.

Stk. 6. Tað sum viðgjørt verður á nevndarfundi verður førd gerðabók, sum verður undirskrivað av øllum nevndarlimum sum eru møttir á fundi. Nevndarlimir, grannskoðarar, stjórin ella tryggingarfrøðingurin, sum ikki er samdir/samdur við avgerð nevndarinnar, hava rætt at fáa teirra/sína støðu felda á blað í gerðabókini.

§ 11 - Arbeiði stjórans

Stk. 1. Stjórin, sum skal vera myndugur og hava bústað í Føroyum, hevur dagligu leiðslu grunsins um hendi. Stjórin skal fylgja teimum stevnumiðum og ávísingum, sum nevndin ger.

Stk. 2. Stjórin skal síggja til, at bókingar grunsins fara fram sambært lógarinnar reglum, og at ognarumsitingin fer fram á fulltryggan hátt.

Stk. 3. Tiltøk, sum eftir grunsins viðurskiftum er óvanlig ella kunnu koma at hava stóra ávirkan á grunnin, kann stjórin bert seta í verk eftir serligari góðkenning frá nevndini, um ikki grunsins virksemi kemur at hava stóran ampa av at bíða eftir avgerð nevndarinnar. Í tílíkum førum skal nevndin skjótast tilber hava fráboðan um tiknu avgerð stjórans.

§ 12 - Tekningarreglur

Stk. 1. Grunnurin verður bundin við undirskrift av allari nevndini, av nevndarformanninum og næstformanninum í felag, ella av nevndarformanninum saman við stjóranum.

§ 13 - Ársroknskapur og grannskoðan

Stk. 1. Roknskaparár grunsins er kalendaraárið. Ársroknskapurin, sum fevnir um javna, úrslitauppgerð og frágreiðing, verður settur upp sambært ásetingarnar í galdandi lóggávu.

Stk. 2. Ársroknskapurin skal skrivast undir av nevndini og stjóranum umframt við átekning av grannskoðarunum. Aftaná at ársroknskapurin er góðkendur á aðalfundi skal hann almannakunngerast.

Stk. 3. Roknskapur grunsins verður grannskoðaður av grannskoðara grunsins.

§ 14 - Eftirlønargrunsins ognir og umsiting av ognunum

Stk. 1. Inntøkur grunsins fevna um eftirlønargjøld, rentur, vinningsbýti v.m. av innskoti og gávur frá limum ella øðrum.

Stk. 2. Fæ grunsins kunnu ikki nýtast til annað endamál enn tað sum nevnt er í viðtøkunum og eftirlønarreglugerðini. Fæið skal umsitast við tí endamáli, at fáa mest møguligan vinning, nøktandi trygd og varðveiting av realvirði tess. Tá støða skal takast til hvussu fæ grunsins skal umsitast skulu takast handilslig og etisk atlit.

Stk. 3. Fæ til eftirlønaravsetanir verður umsitið sambært reglunum í galdandi lóggávu

§ 15 - Eftirlønargrunsins grundfæ

Stk. 1. Etirlønargrunsins grundfæ fevnir um innskotspening og limakonti. Eftirlønarinngjøldini verða rindaði á persónliga eftirlønarkonto hjá hvørjum einstøkum limi. Av hvørjari persónligari eftirlønarkonto verður í mesta lagi 5 % sett av til limakonti.

Innistandandi á limakonti verður roknað við í basiskapital grunsins, alt eftir galdandi treytum í kunngerðini um at gera upp grundarfæfeingi (basiskapital) fyri tryggingarfeløg og tryggingarhaldfelagsskapir, m.a. hesum treytum:

Í sambandi við likvidatión ella trotabúarviðgerð kann peningur á limakonti ikki gjaldast aftur uttan at øll skuld fyrst er goldin.

Í øðrum førum enn tí sum nevnt er omanfyri kann hesin peningur bert gjaldast aftur, um basiskapitalurin ikki í hesum sambandi verður lækkaður til eina upphædd, sum er lægri enn kapitalkravið.

Afturgjalding, sum er tengt at øðrum enn, at persónur ikki longur er limur í grunninum, kann bert fara fram, um Tryggingareftirlitið minst ein mánaða frammanundan hevur fingið fráboðan um ætlaðu útgjaldingina. Afturgjalding kann verða noktað av Tryggingareftirlitinum.

Broytingar í reglunum um limakonti í hesum viðtøkum skulu góðkennast av Tryggingareftirltinum.

Stk. 2. Innskotspeningurin kann bert lækkast við loyvi frá Tryggingareftirlitinum.

§ 16 - Rættargrundarlag og kærumøguleiki

Stk. 1. Fyri tryggingaravtaluna er galdandi føroyska lóggáva á økinum.

Stk. 2. Klaguábyrgdari grunsins tekur sær av klagum frá limunum.

Stk. 3. Avgerðin hjá klaguábyrdaranum forðar ikki pørtunum fyri at leggja málið fyri vanligu dómstólarnar.

§ 17 - Viðtøkubroytingar

Stk. 1. Avgerð um broyting av viðtøkunum verður tikin á aðalfundi. Avgerðin er bert gyldug, um so er at í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum eru fyri.

Til at broyta ásetingarnar í grein 9 krevst harumframt, at nevndirnar í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Handverkarafelag taka undir við broytingini.

Stk. 2. Viðtøkubroytingar eiga at verða fráboðaðar føroysku skrásetingarmyndugleikunum áðrenn 14 dagar aftan á, at broytingin er samtykt á aðalfundi.

§ 18 - Avtøka av eftirlønargrunninum

Stk. 1. Avgerð um avtøku av eftirlønargrunninum uttan likvidatión við at samlaðu ogn og skuld grunsins verður latin til annan eftirlønargrunn ella tryggingarfelag, kann fara fram við aðalfundarsamtykt, um so er at 2/3 av teimum sum hava atkvøðurætt í grunninum atkvøða fyri uppskotinum.

Stk. 2. Avtøka av grunninum annars kann ikki fara fram uttan samtykki frá hvørjum einstøkum limi, um ikki samlaðu ognir grunsins frammanundan eru latnar til annan eftirlønargrunn ella tryggingarfelag ella grunsins ognir er tiknar undir umsiting smb. lóg um tryggingarvirksemi.

§ 19 - Gildiskoma

Stk. 1.  Hesar viðtøkur eru samtyktar á stovnandi aðalfundi tann 16.01.03 og eru galdandi frá  1. januar 2003.

Broytt á aðalfundi 25.03.2009
Broytt á aðalfundi 24.03.2011
Broytt á eykaaðalfundi 12.01.2013
Broytt á eykaaðalfundi 15.11.2014
Broytt á aðalfundi 14.02.2015
Broytt á ársaðalfundi 09.02.2018
Broytt á ársaðalfundi 15.02.2019
Broytt á aðalfundi 16.04.2021

Broytt á ársaðalfundi 31.03.2022

Nevndin

Georg F. Hansen, formaður
Eyðbjørn Larsen, næstformaður
Páll Nielsen   
Sunrid Vang  
Sonja Jógvansdóttir 
Sunniva Sólarris 
Hans Jacob Joensen