Reglugerð

LÍVSVERK hevur tvær reglugerðir. Eina fyri limir, sum eru ella hava verið limir, í Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Fiskimannafelagnum og eina fyri limir, sum eru ella hava verið limir, í Landsfelag Handverkaranna.

Reglugerðin fyri limir í Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Fiskimannafelagnum.

§ 1 - Endamál

Stk. 1. Endamálið við reglugerðini er at fyriskipa nærri reglur fyri rættindum og skyldum hjá limum grunsins.

§ 2 - Limir

Stk. 1. Sum limir í eftirlønargrunninum gerast:

1. Lønmóttakarar, sum hava rætt og skyldu til limaskap sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og ávikavist Føroya Arbeiðsgevarafelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafeløgini.

2. Aðrir lønmóttakarar, hvørs vegna eftirlønargjøld skulu gjaldast grunninum eftir ásetingum í sáttmálum ella avtalum, sum hava líknandi ásetingar sum frammanfyri nevndu sáttmálar. Upptøka av nýggjum limabólkum skal ikki umsitingarliga ella fíggjarliga tyngja upprunaliga limaskaran.

Stk. 2. Undantøk frá frammanfyri nevndu ásetingum kunnu gerast fyri ávísar bólkar eftir almennum treytum, sum ikki geva høvi til spekulatión móti eftirlønargrunninum. Slíkar treytir verða gjørdar av nevnd grunsins.

Stk. 3. Limaskapurin verður varðveittur við eftirlønaraldur, við hvílandi limaskapi, við gjalding fyri egna rokning.

Stk. 4. Limirnir í grunninum hefta ikki persónliga fyri skyldum grunsins.

§ 3 - Flyting til og frá øðrum eftirlønarskipanum

Stk. 1.  Virðið av einari eftirlønarskipan frá undanfarnum starvi, kann flytast til hækking av tí sum limurin eigur innistandandi.

Stk. 2. Við flytan til annað starv við skyldu til limaskap í einari eftirlønarskipan, kann tað sum limurin eigur inni standandi flytast til nýggju eftirlønarskipanina eftir tí av nevndini góðkendu flytingaravtalu við nýggja eftirlønargrunnin.

§ 4 - Útgjald áðrenn eftirlønaraldur, í samband við varandi flyting

Stk. 1. Um galdandi lóggáva, tvs eftirlønarlógin ella rentutryggingarlógin, loyvir hesum, kann:

  • limur við fremmandum ríkisborgararætti eins og danskarar og grønlendingar, sum flyta úr Føroyum fáa eftirlønaruppsparing sína útgoldna. Limur,sum eina ferð hevur fingið eftirlønina útgoldna og kemur aftur til Føroyar at arbeiða, kann tó ikki fáa eftirlønina útgoldna fyrr enn 10 ár aftaná at limurin er fluttur av landinum aftur.
  • føroyingar, sum er limir í grunninum, í 8 ár hevur búð uttanlands, fáa eftirlønaruppsparing sína útgoldna.
§ 5 - Eftirlønargjald

Stk. 1.  Eftirlønargjøldini hjá limunum eru sáttmálaásett. Eftirlønarinngjøldini verða rindaði á persónliga eftirlønarkonto hjá hvørjum einstøkum limi. Av hvørjari persónligari eftirlønarkonto verður í mesta lagi 5 % sett av til limakonti.

Innistandandi á limakonti verður roknað við í basiskapital grunsins, men er annars javnsett við uppsparingina á eftirlønarkonti, bæði viðvíkjandi viðgerð av vinningi og tapi og í sambandi við útgjald av eftirløn til limir grunsins.

Stk. 2. Eyka eftirlønargjald kann avtalast við arbeiðsgevaran.

Stk. 3. Samlaða eftirlønargjaldið verður inngoldið av arbeiðsgevaranum samsvarandi sáttmálunum.

Stk. 4. Um inngjaldingin av eftirlønargjøldum sambært sáttmálanum heldur uppat, so hevur limurin rætt at halda áfram við inngjaldingini fyri egna rokning. Hetta val skal gerast í seinasta lagi 3 mánaðir aftan á, at inngjaldingarnar sambært sáttmálanum eru steðgaðar.

Nevnd grunsins ásetir nærri treytir fyri inngjalding fyri egna rokning og støddina av slíkum inngjøldum.

§ 6 - Veitingar úr grunninum

Stk. 1. Eftirlønargrunnurin veitir:

  • Elliseftirløn sambært grein 7

  • Um limur doyr áðrenn eftirlønaraldur ella áðrenn øll lutaeftirlønin er goldin, so verður eftirlønin útgoldin til hjúnafelagin/sambúgvan ella børn, sum ásett í grein 8.

Sum sambúgvi sambært hesari reglugerð er at skilja, at limurin og sambúgvin hava sama bústað og skulu
hava, ella hava havt barn saman ella at limurin og sambúgvin hava livað saman sum hjún á felags bústaði 2 ár áðrenn andlátið.

Um ein limur doyr eftir at vera komin til eftirlønaraldur, men áðrenn gingin eru 10 ár, kemur    hjúnafelagin/sambúgvin í hansara stað og síðani børn við 100 % av eftirlønarupphæddini í restini av 10- ára tíðarskeiðinum frá tí degi limurin byrjaði at fáa eftirløn.

Um limurin hvørki hevur hjúnafelaga/sambúgva ella børn, so verður onki útgoldið.

§ 7 - Elliseftirløn

Stk. 1.  Upprunaliga skipanin við skatting við útgjaldi:
Aldurseftirlønarútgjalding  kann,  byrja frá tí, at limurin er 60 ár, treytað av at limurin er farin úr starvi, um ikki galdandi lóggáva ásetir aðrar treytir.

Útgjald av eftirløn skal í seinasta lagi byrja tá limurin fyllir 70 ár.

Stk. 2. Eftirløn sambært eftirlønarlógini frá 2013:
Aldurseftirlønarútgjalding  fer fram sambært galdandi lóggávu.

Stk. 3. Støddin av eftirlønargjøldunum verður ásett við støði í innistandandi hjá liminum, tá viðkomandi byrjar at fáa elliseftirløn, við støði í útrokningargrundarlagnum í §10.

Stk. 4. Talan er um eina lívrentuskipan og skipan við lutaeftirløn. Um talan er um smærri upphæddir, so kann útgjaldingin fara fram í einum, um galdandi lóggáva loyvir tí.

Við støði í verandi lóggávu er skipanin frá 1. desember 2014 hendan:

Upprunaliga skipanin við skatting við útgjaldi:

  • Øll uppsparing upp til kr. 50.000,00 verður útgoldið í einum
  • Uppsparing yvir kr. 50.000,00 verður øll útgoldin sum ein lívstreytað veiting. Um veitingin er í mesta lagi kr. 4.000,00 um mánaðin, verður roknað út eitt útgjaldstíðarskeið, sum svarar til kr. 4.000,00 um mánaðin. Um limurin doyr innan fyri tey fyrstu 10 árini verður restupphæddin til 10 ára tíðarskeiðið er runnið útgoldin hjúnafelaga/sambúgva ella um eingin hjúnafelagi/sambúgvi er, so børn. Í tann mun lóggávan loyvir hesum, so verður upphæddin umroknað til eingangsgjald, sum verður útgoldið í einum.
  • Um limurin doyr áðrenn eftirlønaraldur, so verður eftirlønin útgoldin hjúnafelaga/sambúgva ella, um eingin hjúnafelagi ella sambúgvi er, so børn.

Eftirløn sambært eftirlønarlógini frá 2013:

  • Uppsparing upp til kr. 60.000,00 verður útgoldin í einum.
  • Uppsparing størri enn kr. 60.000,00 og undir kr. 400.000,00 verður útgoldin við kr. 60.000,00 sum eingangsgjald og restin verður goldið við kr. 2.500,00 um mánaðin.
  • Uppsparing kr. 400.000,00 og meira verður útgoldið sambært eftirlønarlógini. Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum eingangsgjald, í mesta lagi 55 % kann verða útgoldið sum lutaeftirløn í 10 ár og í minsta lagi 45 % skal verða útgoldið sum lívrenta.
  • Um limurin doyr innan fyri tey fyrstu 10 árini verður restupphæddin til 10 ára tíðarskeiðið er runnið útgoldin hjúnafelaga/sambúgva ella um eingin hjúnafelagi/sambúgvi er, so børn. Í tann mun lóggávan loyvir hesum, so verður upphæddin umroknað til eingangsgjald, sum verður útgoldið í einum.
  • Um limurin doyr áðrenn eftirlønaraldur, so verður eftirlønin útgoldin hjúnafelaga/sambúgva ella um eingin hjúnafelagi ella sambúgvi er, so børn.

Upphæddirnar omanfyri verða javnaðar sambært teimum javningum, sum framdar verða eftir grein 15 í eftirlønarlógini.

Stk. 5. Elliseftirlønin verður útgoldin mánaðarliga forút tann 1. í mánaðinum, seinastu ferð fyri tann mánaðin tá limurin doyr um talan ikki er um uppathaldandi veiting.

§ 8 - Persónligi rætturin til eftirlønina.

Stk. 1. Limir grunsins kunnu ikki ráða yvir rættinum til eftirlønarskipanina við avhending, veðseting ella á annan hátt.  Rætturin  kann heldur ikki vera fyri rættarsókn av nøkrum slag frá kravánarum. Hetta er galdandi bæði fyri pening á limakonti og pening á eftirlønarkonti.

§ 9 - Skattareglur

Stk.1. Allar inn- og útgjaldingar av eftirløn sambært hesari reglugerð verða álagdar teimum til eina og hvørja tíð galdandi gjalds- og skattareglum.

§ 10 - Útrokningarstøði

Stk. 1. Útrokningarstøðið, sum ásett verður av tryggingarserkøna (aktuari) grunsins í samráð við nevndini, verður fráboðað Tryggingareftirlitinum.

stk. 2. Útrokningarstøðið er tað sama fyri kvinnur og menn.

Stk. 3. Allir limir fáa lut í avlopinum eftir tí til Tryggingareftirlitið fráboðaðu tøkniliga grundarlagnum.

§ 11 - Fyrning

Stk.1.  Er ikki roynt at taka út eftirløn í seinasta lagi 5 ár eftir at eftirlønin er gjaldtøk so er kravið fyrnt og eftirlønarupphæddin fellur til tiltaksgrunnin grunsins.

§ 12 - Gildiskoma

Stk. 1. Hendan reglugerð er viðtikin á nevndarfundi tann 16.01.2003

Eftirlønarreglugerðin er galdandi frá 1. januar 2003.

Broytt á nevndarfundi 07.10.2021

Nevndin

Georg F. Hansen, formaður 
Sofus Joensen, næstformaður
Sunrid Vang
Páll Nielsen
Eli Brimsvík
Jan Otto S. Holm

Hans Jacob Joensen

Reglugerðin fyri limir í Landsfelag Handverkaranna. 

§ 2 - Indbetaling

Stk. 1 Størrelsen af pensionsbidraget, der skal betales til pensionskassen, fastsættes i lønoverenskomsten.

Stk. 2 Indbetaling efter 31.12.2011 sker til en personlig konto.

Stk. 3 Indbetalinger foretaget før 2012 skete primært til solidarisk pension. Indbetalinger ud over bidraget til solidarisk pension, blev anvendt til kapitalpension på medlemmets personlige konto. Var indbetalingen større end loftet for indbetaling til kapitalpension, blev den resterende indbetaling anvendt til ratepension på medlemmets personlige konto.

Stk. 4 Indbetalinger foretaget før 2012, som var lavere end bidraget til solidarisk pension, blev anvendt til kapitalpension på medlemmets personlige konto, idet den solidariske pension samtidig blev sat i bero.

Stk. 5 Overførte midler fra et pensionsinstitut anvendes som indbetaling til kapitalpension, ratepension eller livrente iht. lovgivningens regler. Overførsel til livrente er kun mulig for indbetalinger, der er foretaget før 2012.

Stk. 6 ”Indbetaling” er defineret som: Pensionsbidrag ekskl. skatter, afgifter og administrationsomkostninger (sats A).

§ 1 - Medlemskreds

Stk. 1 Som medlemmer af pensionskassen optages medlemmer af Havnar Handverkarafelag, som aflønnes i henhold til en overenskomst mellem Havnar Handverkarafelag og arbejdsgiversiden, efter hvilken der skal indbetales bidrag til pensionskassen.

Ligeledes optages medlemmer af Vágs Handverkarafelag, som aflønnes i henhold til overenskomst mellem Vágs Handverkarafelag og arbejdsgiversiden, efter hvilken der skal indbetales bidrag til pensionskassen.

Ligeledes optages medlemmer af Grafiska Yrkisfelagið (fyrr Føroya Prentarafelag), som aflønnes i henhold til overenskomst mellem Grafiska Yrkisfelagið (fyrr Føroya Prentarafelag) og arbejdsgiversiden, efter hvilken der skal indbetales bidrag til pensionskassen.

Ligeledes optages medlemmer af Skála Handverkarafelag, som aflønnes i henhold til overenskomst mellem Skála Handverkarafelag og arbejdsgiversiden, efter hvilken der skal indbetales bidrag til pensionskassen.

Ligeledes optages medlemmer af Tvøroyrar Handverkarafelag, som aflønnes i henhold til overenskomst mellem Tvøroyrar Handverkarafelag og arbejdsgiversiden, efter hvilken der skal indbetales bidrag til pensionskassen.

Stk. 2 Medlemskabet bevares ved pensionering og ved hvilende medlemskab.

Stk. 3 Herudover kan medlemmer af andre fagforeninger optages som medlemmer, såfremt pensionkassens bestyrelse træffer bestemmelse herom og udvidelse af medlemskredsen ikke økonomisk belaster de nuværende medlemmer.

§ 3 - Fastsættelse af satser

Stk. 1 Bestyrelsen fastsætter årligt satser iht. dette regulativ.

§ 4 - Den personlige konto

Stk. 1 Hvert medlem har en personlig opsparingskonto. Opsparingskonti deles i opsparingsdepoter og medlemskonti efter en af bestyrelsen fastsat opdeling, der er anmeldt til forsikringstilsynet.

Indestående på medlemskonti anses som en del af pensionskassens basiskapital alt i henhold til vedtægternes bestemmelser og under de betingelser, der er fastsat i den til enhver tid gældende lovgivning, bla. bekendtgørelse om opgørelse af basiskapital for forsikringsselskaber og forsikringsholdingvirksomheder.

Stk. 2 Kontoen forrentes iht. det tekniske grundlag med en af bestyrelsen fastsat sats (sats F).

Stk. 3 Udbetaling af pension kan ske, når bestemmelserne i lovgivningen er opfyldt. Udbetalingen sker iht. lovgivningens regler og fremgår af bilag til regulativet.

Stk. 4 Ved medlemmets død sker udbetalingen til medlemmets:

  1. Ægtefælle
  2. Samlever, jf. § 6
  3. Livsarvinger (børn – subsidiært børnebørn, oldebørn osv.)

Udbetalingen sker til medlemmets ægtefælle. Efterlader medlemmet sig ikke en pensionsberettiget ægtefælle, sker udbetalingen til medlemmets samlever. Efterlader medlemmet sig hverken ægtefælle eller samlever, sker udbetalingen til medlemmets livsarvinger.

Efterlader medlemmet sig hverken ægtefælle, samlever eller livsarvinger, sker der ingen udbetaling.

§ 5 - Solidarisk pension (indbetalinger før 2012)

Stk. 1 Medlemmerne optjener løbende ret til solidarisk pension som fastsat i det tekniske grundlag. 31. december 2019 konverteres de optjente solidariske pensioner til en personlig konto. Kontoen forrentes iht. det tekniske grundlag med en af bestyrelsen fastsat sats (sats F).

Stk. 2 Udbetaling af pension kan ske, når bestemmelserne i lovgivningen er opfyldt. Udbetalingen sker iht. lovgivningens regler og fremgår af bilag til regulativet.

Stk. 3 Dør et medlem, sker udbetalingen til ægtefællen, eller hvis der ikke er nogen ægtefælle, så medlemmets samlever, jf. § 6. Efterlader medlemmet sig hverken ægtefælle eller samlever, sker udbetalingen til medlemmets livsarvinger. Udbetalingen sker som et engangsbeløb. Udbetalingen svarer til værdien af den personlige konto vedrørende solidariske pensioner.

Stk. 4 Er pensionsudbetalingen lavere end sats P, kan pensionen udbetales som et aktuarmæssigt opgjort engangsbeløb. Er den løbende pension lavere end sats S, vil pensionen blive udbetalt som S kr. pr. måned til kontoen er opbrugt.

Stk. 5 Hvis medlemmet ikke efterlader sig ægtefælle, samlever eller livsarvinger, sker der ingen udbetaling.

§ 6 - Udbetaling til ægtefælle og samlever

Stk. 1 Ved en samlever forstås en person, som medlemmet på dødsfaldstidspunktet lever sammen med på fælles bopæl og

  1. venter, har eller har haft et barn sammen med eller
  2. har levet sammen med i et ægteskabslignende forhold på den fælles bopæl i de sidste to år før dødsfaldet.

Stk. 2 Der kan kun ske udbetaling til én samlever og kun såfremt medlemmet ikke efterlader sig en pensionsberettiget ægtefælle.

Stk. 3 Registreret partnerskab sidestilles med ægteskab.

§ 7 - Udtrædelse og overførsel

Stk. 1 Pensionsordningens aktuarmæssigt opgjorte udtrædelsesgodtgørelse kan overføres til en anden pensionsordning, hvis medlemmet iht. loven har krav på det.

Stk. 2 Pensionsordningens aktuarmæssigt opgjorte udtrædelsesgodtgørelse af indbetalinger før 2012 kan udbetales kontant, når alle følgende betingelser er opfyldt:

  1. Medlemmet er under 60 år,
  2. der er gået 5 år, siden indbetaling til pensionskassen ophørte, og
  3. medlemmet ikke er beskæftiget indenfor håndværkerfaget

Stk. 3 Såfremt et medlem i 5 år har haft fast bopæl uden for det danske rige, kan medlemmet ansøge om at få udbetalt værdien af indbetalinger foretaget før 2012.

§ 8 - Ændring af regulativ

Stk. 1 Bestyrelsen kan beslutte ændring af dette regulativ.

Stk. 2 Ændring i bestemmelser om medlemskonti (den personlige pension) skal godkendes af Forsikringstilsynet.

Stk. 3 Medlemmerne orienteres skriftligt om regulativændringer.

Stk. 4 Ændring i pensionsregulativet, der væsentligt begrænser medlemmernes rettigheder, skal forelægges medlemmerne til skriftlig afstemning.

§ 9 - Ikrafttræden

 tk. 1 Dette pensionsregulativ træder i kraft den 31.12.2019 og erstatter pensionsregulativ pr. 29.04.2019.

Ændret den 12.11.2019

Vedtaget af bestyrelsen den 14.09.2021

Georg F. Hansen, formand
Sofus Joensen, næstformand
Eli Brimsvík
Jan Otto S. Holm
Sunrid Vang
Páll Nielsen
Hans Jacob Joensen

Satser 2019 (bilag til regulativet)

Bestyrelsen har iht. pensionsregulativet § 3 fastsat følgende satser:

Rente tilskrives årligt bagud

Udbetaling

Udbetaling af pension kan normalt ske, når du opnår folkepensionsalderen (pt. 67 år).

Hvis du på grund af sygdom og efter en lægelig vurdering har en nedsat forventet gennemsnitlig levealder, kan pensionen udbetales før din folkepensionsalder. Udbetalingsmåden fastsættes i dette tilfælde af TAKS.

Du kan få udbetalt kapitalpension af indbetalinger før 2012, hvis du er fyldt 60 år og fratrådt din pensionsgivende stilling.

Den solidariske pension var 100 kr. i årlig pension pr. 1.000 kr. indbetaling. Pensionen er 31.12.2019 konverteret til en personlig konto efter regler anmeldt til forsikringstilsynet.

Indbetalinger foretaget efter 2011

  • Opsparing under 60.000 kr. bliver udbetalt som et engangsbeløb.
  • Ved opsparing under 400.000 kr., bliver 60.000 kr. udbetalt som et engangsbeløb, og resten bliver udbetalt med 2.500 kr. om måneden, indtil hele opsparingen er brugt.
  • Ved opsparing over 400.000 kr., kan op til 15 % af værdien udbetales som et engangsbeløb. Op til 55 % af værdien kan udbetales som månedlige beløb i 10 år, og mindst 45 % af værdien skal udbetales som en lisvarig, månedligt pension.
  • Udbetalingen er skattefri for modtageren.

Indbetalinger før 2012

  • Indbetalinger til kapitalpension – her udbetales opsparingen som et engangsbeløb.
  • Indbetalinger til ratepension – her udbetales opsparing under 50.000 kr. som engangsbeløb. Er opsparingen over 50.000 kr., sker udbetalingen over 10 år.
  • Udbetalingen er skattepligtig for modtageren.