Aðalfundur í Eftirlønargrunni Løntakaranna - LÍVSVERK

Aðalfundur grunsins verður hósdagin 31. mars 2022 kl. 9.30, á Hotel Hafnia, Áarvegur 8, 100 Tórshavn.

Dagsskrá sambært § 5, stk. 5 í viðtøkum grunsins:

1)   val av fundarstjóra
2)   frágreiðing frá nevndini um farna ár
3)   framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar
4)   val av nevnd
5)   val av grannskoðara
6)   innkomin uppskot – uppskot um viðtøkubroyting.
      Talan er um uppskot til ískoyti til grein 9, um nevndarval.  
7)   ymiskt

Limirnir í grunninum hava høvi at síggja viðtøkubroytingarnar við at venda sær til skrivstovu grunsins.

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini skrivliga í hendi innan 17. mars 2022.

Heitt verður á feløgini, um at boða frá luttøku innan 17. mars.

Eftirlønargrunnur Løntakaranna