Aðalfundur Eftirlønargrunni Løntakaranna

Aðalfundur hjá Eftirlønargrunni Løntakaranna (samanlagdu grunnarnir Eftirlønargrunnur Føroya Arbeiðarafelags og Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags)

Aðalfundur grunsins verður fríggjadagin 16. apríl 2021
kl. 10.00, á Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.

Dagsskrá sambært § 5, stk. 5 í viðtøkum grunsins:

  1. val av fundarstjóra
  2. frágreiðing frá nevndini um farna ár
  3. framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar
  4. val av nevnd (valdir/tilnevndir verða 7 nevndarlimir og 3 tiltakslimir í ár)
  5. val av grannskoðara
  6. innkomin uppskot, m.a. nýggjar viðtøkur, sum samtyktar eru á aðalfundum í Eftirlønargrunnur Føroya Arbeiðarafelags og Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags at galda fyri samlagda grunnin.
  7. ymiskt.

Nýggju viðtøkurnar eru dagførdar og broyttar í sambandi við at grunnarnir verða lagdir saman, og broytingarnar fevna í høvuðsheitum um hvør kann møta og atkvøða á aðalfundi og val og tilnevning av nevndarlimum.

Limirnir í grunninum hava høvi at síggja viðtøkubroytingarnar við at venda sær til skrivstovu grunsins.

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini skrivliga í hendi innan 9. Apríl 2021.

Heitt verður á feløgini, um at boða frá luttøku innan 9. Apríl.

Eftirlønargrunnur Løntakaranna