2025 bar sera góðan vinning við sær
Við ársbyrjan var búskaparstøðan í USA hampulig. Tó var ótti fyri handilskríggi áhaldandi eitt evni í byrjanini av 2025 og sera óvanligi og serligi uttanríkis- og handilspolitikkurin hjá Trump setti dagsskránna.
Mótvegis USA, var støðin í Evropa ikk góð búskaparliga við ársbyrjan og lítil og eingin búskaparvøkstur var at hóma umenn vandin fyri øktari inflatión var lækkaður. Tískil hevði evropiski miðbankin, ECB, lækkað leiðandi rentu sína beint áðrenn ársbyrjan 2025. Stimbrandi pengapolitikkurin helt fram í 2025.
At kalla alt var tó skúgvað til viks, tá Trump fór við øllum yvirskriftunum 2. apríl. Dagurin, ið Trump kallaði Liberation Day, varð merktur av, at Trump kunngjørdi, at munandi tollur skuldi setast á vørur hjá eini røð av londum. Í stuttum førdi hetta við sær ógvusliga óvissu um m.a. búskaparvøkstur, inflatión, íløguhug og keypiorku við tí úrsliti, at partabrævamarknaðirnir lækkaðu munandi næstu dagarnar. Trump kúvendi tó skjótt og boðaði frá 9. apríl frá, at tollásetingin varð útsett í 90 dagar. Partabrøvini kvittaðu við at hækka munandi og partabrøvini í USA hækkaði um 10% hendan dagin og tað var størsta dagliga hækkingin síðani 2008. Hóast tollástingin varð útsett, var óvissan á fíggjarmarknaðunum stór, tí Trump vísti enn einaferð, at hann er fullkomuliga óútrokniligur. Eftir hetta vóru tíðindi um møguligar handilsavtalur í andglettinum. Tað ávirkaði stundum marknaðirnar og tá fyribilsavtala kom í lag millum USA og Kina miðskeiði í mai, hækkaðu partbrøvini aftur munandi.
Umframt at leggja seg út í pengapolitikkin hjá amerikanska miðbankanum (Fed), førdi Trump ein sera stimbrandi fíggjarpolitikk. Hetta førdi við sær ein ótta um risastóru skuldina hjá USA og tað gjørdi, at Moody’s niðurmetti kredittmetingina hjá USA úr Aaa í Aa1 tann 16. mai. Hóast hetta var ein stórhending, ávirkaðust partbrøvini sera avmarkað, men longu renturnar hækkaðu og dollarin viknaði. Parbrøvini stóðu stinn og tá vit komu út í juni, var meginparturin av stóru partabrævalækkingini, elvd av Liberation Day, vunnin aftur og í juli náddu amerikonsk partabrøv methøgum stigi. Tó førdi atburðurin hjá Trump við sær, at álitið á amerikanska búkskapin lækkaði og hetta ávirkaði dollaran, sum viknaði.
Tá vit komu út í heystið, byrjaði amerikanski arbeiðsmarknaðurin at vísa veikleika. Í stuttum kann sigast, at hetta førdi við sær, at Fed, sum væntað, lækkaði rentuna við 0,25%-stigum í septembur. Hetta vísti seg at verða tann fyrsta rentulækkingin av íalt trimum í 2025.
Samanumtikið endaði árið væl hvat virðisbrævavinningi viðvíkur, hóast árið varð merkt av kollveltandi broytingum í handilsviðurskiftum, geopolitiskari óvissu og framhandandi kríggi í Evropa. Búskaparliga støðan í USA og Evropa var tó hampuliga góð og framgongd var at hóma. Árið endaði tí samanumtikið væl og limirnir í Lívsverki fingu góðan vinning í árinum.
Aldurstillagingin av íløgunum førir við sær, at yngru limirnir hava hægri váða enn teir eldru limirnir. Sostatt hava eldru limirnir eina íløgu við lægri váða, ið eisini er meira støðug.
Avkastið í 2025 var hetta:
- 30 ár til pensionering: 10,9 %
- 15 ár til pensionering: 9,9 %
- 5 ár til pensionering: 6,9 %