Høvuðsmynd

Inngjald

Eftirlønarinngjøldini eru ymisk, alt eftir hvørjum sáttmála ein er settur í starv eftir.

Føroya Arbeiðarafelag
Limir í lokalfeløgunum hjá Føroya Arbeiðarafelag hava, sambært høvðussáttmálanum, rætt til 11,2 % í eftirløn. Arbeiðsgevarin rindar 11,2 % av arbeiðslønini í eftirlønargrunnin.

Landsfelag Handverkaranna
Limir í Handverkarafelagnum hava, sambært sáttmálum, rætt til eftirlønargjald, sum er ymiskt alt eftir, hvørjum sáttmála ein er settur í starv eftir.

  • Fíggjarmálaráðið: 15%
  • Kommunala Arbeiðsgevarafelagið: 15%
  • Vinnuhúsið, sveinar: 13%(15%) (aðalfundarsamtykt hjá Havnar Handverkarafelag sigur, at sveinar kunnu rinda 2% sjálvir)
  • Lærlingar: 13%

Føroya Fiskimannafelag
Fyri manningar á fiskiskipum er galdandi
at manningin sjálv rindar 7% (lógarkravt). Henda upphæddin hækkar hvørt ár við einum prosenti, og reiðaríið rindar kr. 50,- pr. mynstraðan dag.

Fyri farmaskip og onnur er hetta galdandi
at reiðaríið rindar sum eftirløn 12,50% av grundhýruni til eina av báðum pørtum góðkenda eftirlønarskipan.

Grundhýran sambært lønartalvuni gevur rætt til eftirløn, umframt hesar viðbøtur:
- allar viðbøtur nevndar í §1, stk. 2, tann í lønartalvuni nevnda kokkaviðbót
- tær viðbøtur, sum eru nevndar í §2, stk. 3 í sersáttmálanum fyri frálandsvinnu (multi purpose standby, supply- og ankarhandler vessels).

Limir í Fiskimannafelagnum hava havt møguleika at rinda í eftirlønargrunnin frá 1. januar 2014.

Tú kanst lesa meira um sáttmálarættindir á heimasíðunum hjá fakfeløgunum